Gasa: Torført at finna fleiri lík, tí oyðileggingin er so stór

Gasa: Torført at finna fleiri lík, tí oyðileggingin er so stór
Hamas sigur, at neyðugt er við serligari útgerð at finna øll líkini, og Ísrael hevur valdið í summum økjum, har líkini eru
Soleiðis sær út í Gasa býi, sum er illa bumbaður. Hamas sigur, at fyribils megnar felagsskapurin ikki at finna fleiri av deyðu gíslunum.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
16.10.2025 - 08:45

Ísraelski herurin váttar í morgun at hava tikið ímóti líkunum av tveimum gíslum.

Hamas útflýggjaði í gjárkvøldið líkini av tveimum ísraelsmonnum aftrat. 

Annað er ein 27 ára gamal maður, sum læt lív í álopinum á Nova-festivalinum í Suðurísrael 7. oktober 2023, og líkið var flutt til Gasa.

Og hitt er ein 39 ára gamal hermaður í ísraelska herinum, sum var dripin í álopi fyri góðum tveimum mánaðum síðani.

 

Neyðugt við serligari útgerð

Palestinski yvirgangsfelagsskapurin Hamas sigur, at neyðugt er við serligari útgerð og hollum átaki fyri at finna og fáa øll líkini, sum eftir eru, aftur.

Vápnaði vongurin hjá rørsluni heldur seg nú hava hildið sín part av vápnahvíldaravtaluni, hóast Ísrael framvegis manglar líkini av umleið 20 gíslum.

- Mótstøðurørslan hevur røkt sína skyldur sambært avtaluni við at lata allar livandi ísraelskar fangar, umframt líkini, sum vit kundu fáa atgongd til, sigur bólkurin í fráboðan.

 

Finna ikki fleiri lík

Hamas sigur nú, at fyribils megna tey ikki at finna fleiri av teimum deyðu gíslunum, og vísir millum annað á, at nøkur lík eru í økjum í Gasa, sum framvegis eru undir ræði av ísraelskum herdeildum.

- Viðvíkjandi líkunum, sum eftir eru at útflýggja, so er stórarbeiði fyri framman, og neyðugt er við serligari útgerð at finna og fáa tey aftur. Vit leggja nógv fyri at avgreiða hetta málið, sigur Hamas.

Hamas og Reyði Krossur hava sagt, at tað er torført at finna tey deyðu, tí oyðileggingarnar í Gasa  eru so stórar, og nøkur lík liggja í økjum, sum ísraelskir hermenn ráða yvir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858