Leita eftir manni undir illgruna fyri tveir harðskapstilburðir

Leita eftir manni undir illgruna fyri tveir harðskapstilburðir
Politiið sigur, at talan er um føroying
Politiið leitar enn eftir einum manni, sum er undir illgruna fyri tveir harðskapstilburðir sunnukvøldið.
 
16.10.2025 - 10:36

Politiið leitar enn eftir einum manni, sum er undir illgruna fyri tveir harðskapstilburðir sunnukvøldið.

Málið byrjaði klokkan stívliga hálvgum tólv sunnukvøldið, tá politiið fekk fráboðan um ein mann, sum lá bløðandi og uttan vit í Sverrisgøtu í Havn.

Maðurin var ikki tá førur fyri at siga, hvat var hent.

Hann fór á Landssjúkrahúsið.

Politiið sigur nú, at talan er um harðskap. Maðurin er ikki dottin.

Og politiið veit eisini um annan møguligan harðsskapstilburð um somu tíð á sama staði.

Leitað hevur verið í nakrar dagar eftir manninum, sum er undir illgruna fyri báðar tilburðir.

Maðurin er føroyingur.
    


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162