Niðurteljing til at stovna tær eftirlønarkontu

Niðurteljing til at stovna tær eftirlønarkontu
Hevur tú ikki stovnað eftirlønarkontu, fær tú ikki løn útgoldna í frameftir. Meira enn 3.000 føroyingar hava enn ikki eftirlønarskipan
Skalt tú fáa løn útgoldna, mást tú hava eftirlønarskipan.
 
03.12.2013 - 10:29

 

Ein av hornasteinunum í nýggju eftirlønarlógini er, at tú skalt spara saman til egna eftirløn.

Men meira enn 3.000 føroyingar hava enn ikki fingið hesi viðurskifti í lag, skrivar TAKS í tíðindaskrivi. TAKS heitir á tey um at stovna sær eftirlønarkontu hjá góðkendum eftirlønarveitara fyri árslok.

Tí hevur tú ikki stovnað eftirlønarkontu fyri árslok, fært tú ikki løn útgoldna.

 

Niðurteljingin er byrjað

Stjórin á TAKS, Eyðun Mørkøre, mælir fólki til at fáa hetta avgreitt sum skjótast, tí, sum hann er endurgivin fyri at siga í tíðindaskrivinum:

- "Í jólamánaðinum hava tey flestu úr at gera, og tí er skilagott at fáa eftirlønarviðurskiftini í rættlag sum skjótast.  Í ár eru fáir yrkadagar millum jól og nýggjár. Frá 20. desember til nýggjárs eru bara tríggir yrkadagar í ár, so tey, ið ikki hava eina eftirlønarkontu, hava alla orsøk til at kvika sær."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. mars
Vikuskiftið 20 mars 2026
205970
Fríggjadag 20. mars
LEITISSTEIN 20.03.2026
205964
Fríggjadag 20. mars
Fyrsta val 20. marts 2026
205948
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin
205939
Fríggjadag 20. mars
Beinleiðis úr Studio 5 - Blues Perlan
205936
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin - Sjálvstýri
205951
Fríggjadag 20. mars
Dagur & vika - teknmálstulkað
205918