Fimm fólk handtikin aftrat fyri innbrotið á listasavnið Louvre

Fimm fólk handtikin aftrat fyri innbrotið á listasavnið Louvre
Løgreglan kannar, um tað var ein kriminellur felagsskapur, sum rændi kenda listasavnið í Louvre
Varðhaldið við listasavnið Louvre er styrkt, síðani brotið var inn á savnið 19. oktober.
Mynd: Abdul Saboor/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
30.10.2025 - 08:31

Fimm fólk aftrat eru handtikin í sambandi við innbrotið  á listasavnið Louvre í franska høvuðsstaðnum París. 

Tað hendi í gjárkvøldið, sigur ein fronsk útvarpsrás, sambært Reuters.

Seinasta vikuskifti vóru tveir menn handtiknir, tá teir royndu at flýggja avlandinum gjøgnum Charles de Gaulle floghavnina. 

Teir sita nú í varðhaldi, skrivar blaðið Le Parisien. 

 

Stjólu søguligar dýrgripir

Keldur siga við blaðið, at løgreglan kannar, um tað var ein kriminellur felagsskapur, sum rændi listasavnið. 

Fýra fólk í maskum brutu inn á listasavnið 19. oktober og stjólu søguligar dýrgripir,  sum hava eitt virði upp á 657 milliónir krónur.  

Á Louvre eru meira enn 35.000 listagripir, teirra millum víðagitni málninugrin hjá Leonardo da Vinci, Mona Lisa. 

Louvre er størsta listasavn í heiminum, og er nærum 73.000 fermetrar til støddar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297