Politiið: Myndin av hekkuportrinum er røtt

Politiið: Myndin av hekkuportrinum er røtt
Hetta er ein lætti, sigur Jens Sivar Djurhuus, sum tók myndina á sinni. Í fyrstu syftu var málið víst aftur, men seinni var tað tikið uppaftur
Løgreglan hevur staðfest, at myndin, sum Jens Sivar Djurhuus tók av opna hekkuportrinum á Galaxy, er røtt.
 
30.10.2025 - 14:16

Løgreglan hevur kannað myndina av opna hekkuportrinum umborð á Galaxy, og niðurstøðan er, at myndin er røtt, sigur politiið.

- Hetta er ein lætti, sigur Jens Sivar Djurhuus, sum tók myndina á sinni.

Málið um hekkuportrið á Galaxy hevur ligið hjá løgregluni í tríggjar vikur.

Tað var 1. september, at Jens Sivar Djurhuus tók myndina hekkuportrinum, sum stóð opið.

 

Jens Sivar Djurhuus.

 

Málið víst burtur og tikið uppaftur

Stutt eftir bleiv málið meldað til Sjóvinnustýrið. Men har bleiv málið víst burtur - millum annað tí, at ivi var um trúvirðið av myndini.

Tá vitni stigu fram alment, var málið tó tikið uppaftur.

Sjóvinnustýrið læt málið til løgregluna, sum nú er komin til ta niðurstøðu, at myndin er røtt.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

30102025_Nytt_Galaxy

 

Løgreglan kannar í løtuni málið, og vil tí ikki gera viðmerkingar.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040