Runavíkar kommuna væntar at fáa 312 mió. kr. í skatti næsta ár

Runavíkar kommuna væntar at fáa 312 mió. kr. í skatti næsta ár
Íløgurnar vera 35 milliónir, og skattaprosent og barnafrádráttur vera óbroytt
Runavíkar býráð hevur havt fyrru viðgerðina av fíggjarætlanini fyri 2026.
 
31.10.2025 - 09:03

Skattaprosentið í Runavíkar kommunu verður tað sama næsta ár sum í ár.

Tað er 21,5 prosent.

Barnafrádrátturin verður 10.500 krónur. Hann er eisini 10.500 kr. í ár.

Runavíkar býráð hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2026. Fyrra viðgerð var í gjár.

Verandi rakstur verður fýra prosent dýrari í 2026. Og so kemur svimjihøllin aftrat.

 

Íløgur fyri 35 mió.

Íløgur skulu gerast fyri 34,9 mió. kr.

Skuldin hjá Runavíkar kommunu er 86 prosent av skuldarloftinum.

Í uppskotinum um fíggjarætlan er eingin lántøka í 2026. Og ætlanin er at minka skuldina 26 milliónir.

Kommunan væntar at fáa 311 milliónir og 900.000 kr. í skatti næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Guðstænasta
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311