Tjóðveldi í tvíningum um tunnilsloysn

Tjóðveldi í tvíningum um tunnilsloysn
Tvey lokalfeløg krevja eina loysn, sum ikki gongur út yvir Sands bygd. -Semja er ikki í Tjóðveldi um loysn-1A, sum tí møguliga má broytast, ásannar Sirið Stenberg, forkvinna.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.10.2025 - 18:38

Tað prutlar undir lokinum í Tjóðveldi - ella rættari sagt undir avgerðini hjá floksleiðsluni at vera partur av loysn-1A - nú løgtingið í næstum skal taka støðu til, hvat skal fyrireikast, projekterast og bjóðast út í samband við ein komandi Suðuroyartunnil.

Loysn-1A merkir, at stórt inntriv verður gjørt við nýggjum vegum gjøgnum Sandsbygd og lendið við bygdina.

Men alt bendir á, at leiðslan í Tjóðveldi hevur tikið avgerðina, uttan at avgerðin er kjølfest í baklandi floksins.

Í tíðindunum á middegi kom fram, at øll nevndin í Sandoyar Tjóðveldisfelag hóttir við at leggja frá sær og melda seg úr flokkinum, um inntrivið frá Suðuroyartunlinum gongur út yvir Sands bygd, soleiðis sum verandi uppskot leggur upp til.

Tað gjørdu tey í skrivi til floksleiðsluna, landsstýrisfólk og tingmanning floksins, dagfest longu 23. oktober - tað vil siga fýra dagar áðrenn løgmaður boðaði frá breiðu, politisku semjuni. Í hvassorðaða skrivinum vísir nevndin í Sandoyar Tjóðveldisfelag á, at tey fleiri ferðir hava gjørt vart við sína støðu - men tað tykist sum at sjónarmiðini eru feiðað undir teppið og lok lagt á málið.

 

Stuðul úr Vágum

Lokalfelagið hjá Tjóðveldi í Sandoynni stendur ikki einsamælt. Vága Tjóðveldisfelag ger í dag floksleiðsluni púra greitt, at tey stuðla Sandoyar Tjóðveldisfelag.

-Tað er als ikki í lagi, at Sands bygd verður offrað fyri at gera fast vegasamband til Suðuroyar, skrivar Vága Tjóðveldisfelag til floksleiðsluna, herímillum Sirið Stenberg, forkvinnu.

Víðari skrivar Vága Tjóðveldisfelag til floksleiðsluna, at tey eru als ikki sannførd um, at loysn-1A verður bíligari tá alt kemur til stykkis. 

-Og hetta skal ikki bert gerast upp í, hvat er bíligast í løtuni. Tað má og skal takast hædd fyri teimum fólkunum, sum búgva har, ið ferðslan skal ferðast ígjøgnum, endar skrivið til floksleiðsluna í Tjóðveldi.

 

Tjóðveldi vil hava broytingar

Forkvinnan í Tjóðveldi var beinleiðis í útvarpstíðindunum klokkan 18. Sirið Stenberg ásannar, at í Tjóðveldi er ikki full semja um loysn-1A, sum merkir at stórt inntriv skal gerast í Sands bygd. Neyðugt kann tí at broyta loysnina, soleiðis at størri atlit verða tikin til Sands bygd, sigur Sirið Stenberg.

Hoyr samrøðuna við Sirið Stenberg her:

Sirid_Stenberg_311025

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. februar
Jambalaja - 140226
204234
Leygardag 14. februar
Upp á tá - 130226
204232
Leygardag 14. februar
Vikugesturin: Tann kensluborni trubadururin
204228
Leygardag 14. februar
Vikan 14. februar 2026
204225
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Filip: Tað er løtan
204118