Nýskipanarnevndin klár við fyrstu tilmælunum

Nýskipanarnevndin klár við fyrstu tilmælunum
Norðlýsið skrivar, at nýskipanarnevndin fer at skjóta upp, at trý landsstýrisfólk skulu sigast upp, men tíðindini eru ikki váttað
Ben Arabo er formaður í nýskipanarnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.11.2025 - 13:58

Nýskipanarnevndin, sum løgmaður fyri tveimum mánaðum síðani setti til at gera tilmæli um nýskipanir í almenna geiranum, hevur í morgin fund við forfólkini í politisku flokkunum og við fíggjarnevndina hjá løgtinginum.

Útvarpið skilir, at fundurin verður fyrrapartin i morgin, men eingin fæst at siga, hvat er á fundarskránni.

Eftir hvat skilst, hava tingbólkafundir verið í dag um uppskot til sparingar, sum nýskipanarnevndin fer at mæla til.

Norðlýsið skrivar í dag, at millum uppskotini hjá nýskipanarnevndini er, at trý landsstýrisfólk skulu sigast upp. Norðlýsið skrivar, at Umhvørvismálaráðið og Løgmálaráðið fara í søguna.

Tíðindini eru ikki váttað.

 

Fakfólk manna nevndina

Aksel V. Johannesen, løgmaður setti fyrst í septembur eina nevnd við fakfólkum, sum eru vald eftir tilmæli frá politisku flokkunum.

Í nevndini eru Ben Arabo, sum er formaður, Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, Heri á Rógvi, stjóri í Lóðri, Hjørdis Gaard Lailudóttir, stjóri í Movera, Óluva Klettskarð, undirvísari á Miðnámi á Kambsdali og Selfoss, formaður í Starvsfelagnum.

Harumframt eru John Rajani, løgmansstjóri, og Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, eisini partur av nevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290