Jóhan Christiansen: Broytingarnar áttu at verið betur fyrireikaðar

Jóhan Christiansen: Broytingarnar áttu at verið betur fyrireikaðar
Djóni Nolsøe Joensen, sum eisini noyðist úr landsstýrinum, sigur, at tað er sorgblítt at gevast, men hann fegnast um, at aðalráðið heldur fram
Jóhan Christiansen er landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.11.2025 - 10:14

1. desember fara Jóhan Christiansen, Djóni Nolsøe Joensen og Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismenn, frá. 

Tað er úrslitið av avgerðini hjá løgmanni at skerja aðalráðini úr níggju niður í seks og samstundis umskipa málsøkini í aðalráðunum, sum eru eftir.

Nýskipanarnevndin legði tilmælini fram fyri politikararnar fyrrapartin í gjár, og longu seinnapartin kunngjørdi Aksel V. Johannesen, løgmaður, at broytingarnar koma í gildi 1. desember. 

 

 

Jóhan Christiansen, sum hevur verið landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, sigur, at soleiðis eru spælireglurnar í politisku skipanini, men hann heldur, at

broytingarnar áttu at verið betur fyrireikaðar:

 

05112026_Johan

 

Djóni Nolsøe Joensen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, sigur, at tað er sorgblítt at noyðast at leggja frá sær sum landsstýrismaður, men hann fegnast um, at Barna- og útbugvingarmálaráðið verður varðveitt:

 

05112026_Djoni

 

Bjarni Kárason Petersen. (Mynd: Bjarni Àrting Rubeksen)

 

Skeiv tilgongd

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, segði í skrivligari viðmerking í Degi og viku í gjárkvøldið, at hann takkar fyri framíhjárættin at hava verið landsstýrisfólk og fyri álitið.

- Men eg harmist um, at rættarøkið lógarmál ikki longur fer at hava somu politisku raðfesting. Eg haldi, at tilgongdin í hesum málinum hevur verið skeiv og skundað ígjøgnum, segði Bjarni Kárason Petersen í skrivliga svarinum í Degi og viku.

 

Sí innslag í Degi og viku og samrøðu við Aksel V. Johannesen, løgmann, sum var gestur í sjónvarpsstovuni:

 

politikkur


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482