Fiskimálaráðið: Stjórin á SSL hevur ikki útint starvið á nøktandi hátt

Fiskimálaráðið: Stjórin á SSL hevur ikki útint starvið á nøktandi hátt
Aðalráðið er farið undir tilgongd, m.a. í kjalarvørrinum av málinum um, at vøra umborð á Smyrli ikki var uppgivin sambært tolllógini
Niels Juel Arge er stjóri á Strandferðsluni.
 
05.11.2025 - 13:56

Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni, hevur ikki útint starv sítt á nøktandi hátt.

Tað heldur Fiskimálaráðið, sum varðar av Strandferðsluni.

Tí byrjaði ráðið fríggjadagin 24. oktober eina tilgongd, sum kann fáa starvsrættarligar avleiðingar fyri Niels Juel Arge sum stjóra á Strandferðsluni.

Tað er Elin Mortensen, aðalstjóri, sum seint seinnapartin hendan dagin skrivar til Niels Juel Arge, stjóra. Hon skrivar millum annað soleiðis:

"Tað eru viðurskifti í tínari starvsútinnan sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins, sum ikki verða mett at vera nøktandi. Hetta snýr seg m.a. um, at TAKS hevur staðfest, at nógv vøra var umborð á Smyril, sum ikki var uppgivin sambært tolllógini, tá Smyril kom aftur til landið tann 13. oktober 2025."

Og síðani heitir aðalstjórin á Strandferðslustjóran um at hava hjásitara við sær á fundin:

"Vísandi til at tað, sum kemur fram á fundinum, kann fáa starvsfólkarættarligar fylgir, verður tú biðin um at hava eitt hóskandi umboð við á fundin".

Sambært skjølunum, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í, er málið ikki avgreitt enn.

Men samskifti er millum aðalráðið, sum er umboðað av Elini Mortensen, aðalstjóra, og Gunn Ellefsen, advokati, og Niels Juel Arge, sum hevur valt sær Christian Andreasen til advokat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262