Tilmæli um nýskipan kosta nakrar hundrað túsund krónur

Tilmæli um nýskipan kosta nakrar hundrað túsund krónur
Løgmansskrivstovan hevur biðið løgtingið um 300.000 kr. til nýskipanarnevndina næsta ár
Ben Arabo er formaður í nýskipanarnevndini.
 
07.11.2025 - 06:21

Løgmansskrivstovan hevur biðið løgtingið um 300.000 kr. til nýskipanarnevndina næsta ár.

Seks nevndarlimir fáa fundarsamsýning og møguligar koyripengar. 

Biðið verður um 300.000 kr. til hetta í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2026.

Í ár verður kostnaðurin goldin av játtanini, sum Løgmansskrivstovan hevur. Ikki verður neyðugt at biðja um eykajáttan. 

Nevndin var sett í september.

Tað upplýsir Løgmansskrivstovan í innliti, Kringvarpið hevur fingið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424