Poul Michelsen um nýskipanirnar: Sum at skjóta spurvar við kanón

Poul Michelsen um nýskipanirnar: Sum at skjóta spurvar við kanón
Fyrrverandi landsstýrismaðurin, løgtingsmaðurin og floksformaðurin í Framsókn heldur lítið um, at mann minkar um javnvágina millum politiska valdið og embætisfólkini
Poul Michelsen, stovnari av Framsókn og fyrrverandi landsstýrismaður við Uttanríkismálum og løgtingslimur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.11.2025 - 19:08

Hetta er eitt reint populistiskt uppskot.

Tað sigur Poul Michelsen, fyrrverandi løgtingsmaður, fyrrverandi landsstýrismaður og floksformaður í Framsókn, um avgerðina hjá løgmanni at senda tríggjar landsstýrismenn og tríggjar aðalstjórar til hús.

Hann heldur eisini, at tað er at niðurgera arbeiðið hjá landsstýrisfólkunum at minka talið av teimum.

Sambært Poul Michelsen er arbeiðsbyrðan hjá politisku skipanini í Føroyum vaksin í takt við at vit alsamt er meira við í altjóða samfelagnum, og tí er tað at ganga skeivan veg, at lækka talið av landsstýrisfólkum.

Stovnarin av Framsókn finst eisini at javnvágini millum politikararnar og embætisfólkini, tí við størri ráðum og færri landsstýrisfólkum skeiklast henda javnvágin, heldur hann.

- Tað hevur við sær, at demokratiið viknar og tað er ikki ta leiðina vit skulu ganga, sigur hann

Og hann heldur tað eisini vera at niðurgera arbeiðið hjá landsstýrisfólkunum.

Trýst á leinkið niðanfyri og hoyr alt innslagið, sum var í tíðindunum klokkan 18.

1775542

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Týsdag 21. juli
Morgunlestur týsdagur
211159
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097