Óbroytt skattaprosent og barnafrádráttur á Tvøroyri næsta ár

Óbroytt skattaprosent og barnafrádráttur á Tvøroyri næsta ár
Skattainntøkan verður mett til 73 milliónir kr., tríggjar milliónir meira enn í ár
Tvøroyrar býráð hevur havt fyrru viðgerðina av fíggjarætlanini fyri 2026.
 
12.11.2025 - 11:32

Skattaprosentið verður tað sama í Tvøroyrar kommunu næsta ár sum í ár.

Tað er 20,9.

Barnafrádrátturin verður 8.000 kr., tann sami sum í ár.

Skattainntøkan er mett at vera slakar 73 mió. kr., tríggjar milliónir meira enn í ár.

Nettoskuldin hjá kommununi var við árslok 2024 34 prosent av einari álíkning.

Í ár hevur kommunan lænt 15 mió. kr. til at keypa og dagføra ein bygning við Sjógøtu.

Seinna viðgerðin um fíggjarætlanina fyri 2026 verður 27. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Guðstænasta
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311