Bankarnir stór avlop - vandin at missa pengar er lítil

Bankarnir stór avlop - vandin at missa pengar er lítil
Landsbankin hevur greinað føroysku peningastovnarnar
Føroya Banki hevði 178 milliónir í avlopi fyrra hálvár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.11.2025 - 15:30

Føroysku bankarnir hava stór yvirskot, vandin fyri at missa pengar er sera lítil, og munurin millum útlánsrentuna og innlánsrentuna er nú 3,75 prosent. 

Tað staðfestir Landsbankin í nýggjari greining av føroysku peningastovnunum.

Føroysku bankarnir høvdu tilsamans 393 milliónir krónur í yvirskoti fyrra hálvár í ár.

Teir báðir stóru bankarnir - Betri Banki og Føroya Banki - eiga størstu yvirskotini, ávíkavist 178 milliónir og 190 milliónir. Norðoya Sparikassi hevði góðar 20 milliónir í yvirskoti, og Suðuroyar Sparikassi 4,5 milliónir.

Yvirskotini eru nakað minni enn fyrra hálvár í fjør - tá tjentu bankarnir tilsamans 415 milliónir.

 

Betri Banki hevði 190 milliónir í avlopi fyrra hálvár. 

 

Útlánsrentan 4,4 prosent

Landsbankin hevur eisini hugt eftir útláns- og innlánsrentunum hjá bankunum. 

Miðal útlánsrentan var 4,4 prosent í september. 

Miðal innlánsrentan var 0,65 prosent í september.

Munurin millum útláns- og innlánsrentuna - tann sonevndi rentumarginalurin - er nú 3,75 prosent.

Rentan er lækkað nakað síðsta hálva annað árið. Tá var meðal útlánsrentan umleið 5,5 prosent og meðal innlánsrentan 1 prosent. Tá var rentumarginalurin sostatt 4,5 prosent.

 

Norðoya Sparikassi.

 

Eingin vandi

Greiningin hjá Landsbankanum vísir eisini, at tað er stórt sæð eingin vandi við at reka bankavirksemi í Føroyum.

Í fjør vóru tapini hjá føroysku bankunum av útlánunum til vinnukundar 0,3 prosent av samlaðu útlánunum. 

Tapini av útlánunum til húsarhaldini vóru enn minni - tey vóru 0,1 prosent av samlaðu útlánunum.

Gamaní seta bankarnir meira av móti tapi - í ár seta bankarnir 3,5 prosent av útlánunum til vinnukundar av móti tapi. Og av lánunum til húsarhaldini seta bankarnir av móti tapi tilsamans 0,9 prosent av samlaðu útlánunum. Men sambært greiningini vísir gongdin síðstu árini, at stórt sæð einki verður mist, og kann tí inntøkuførast aftur.

 

Suðuroyar Sparikassi. 

 

Tjent slakar tríggjar milliardir síðstu árini

Undanfarnar greiningar hjá Landsbankanum av føroysku bankunum vísa samanumtikið, at yvirskotini hjá føroysku bankunum hava verið sera stór síðstu árini.

Í fjør høvdu bankarnir tilsamans 792 milliónir í yvirskoti. Í 2023 vóru yvirskotini tilsamans 776 milliónir, í 2022 vóru yvirskotini tilsamans 308 milliónir, og í 2021 vóru yvirskotini tilsamans 498 milliónir. 

Og higartil í ár, tað vil siga fyrra hálvár, eru yvirskotini tilsamans 393 milliónir.

Tað vil siga, at síðstu fýra og eitt hálvt árini hava føroysku bankarnir tjent tilsamans smáar 2,8 milliardir krónur, ítøkiliga eru yvirskotini 2 milliardir og 767 milliónir krónur. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650