183 útlendskir frítíðar- og stuttleikabátar skrásettir í føroyskum havnum

183 útlendskir frítíðar- og stuttleikabátar skrásettir í føroyskum havnum
Arbeiðshátturin hjá TAKS er at kanna hesar bátar grundað á váðametingar
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur svarað fyrispurningi um frítíðarbátar og rúsevni.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
17.11.2025 - 10:14

Higartil í ár hevur TAKS skrásett 183 útlendskar frítíðarbátar og stuttleikabátar í føroyskum havnum.

15 teirra hava verið í Føroyum oftari enn einaferð í ár, men eingin oftari enn tvær ferðir.  

Teir hava sum oftast verið í Íslandi og vent.

Arbeiðshátturin hjá TAKS er at kanna hesar bátar grundað á váðametingar. 

Tað upplýsir Ruth Vang, landsstýriskvinna, í svari til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum spurdi um frítíðarbátar og rúsevni.

TAKS upplýsir ikki, hvørjar arbeiðsgongdirnar eru, ella hvussu nógvir bátar vera kannaðir. 

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

12 tollarar í Havn

TAKS hevur 12 tollarar í Havn, men ongan fast staðsettan tollara í Klaksvík og í Suðuroynni.

TAKS hevur tveir narkohundar. Í løtuni heldur TAKS, at nóg mikið er við tveimum hundum. 

Tollararnir, sum hava narkohundarnar, eru í Havn.

Men narkohundarnir gera eisini eftirlit aðrastaðni í landinum.

Hvar, upplýsir TAKS ikki, sigur landsstýriskvinnan.

Les svarið her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970