Landsstýrismaðurin aktar tingsins vilja um fleiri fiskidagar

Landsstýrismaðurin aktar tingsins vilja um fleiri fiskidagar
Fiskidagarnir hjá bólki 5B eru uppi, men nú hevur løgtingið samtykt at heita á landsstýrismannin um at útvega fleiri dagar
Jóhan Christiansen er landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.11.2025 - 10:04

Bólkur 5B skal hava fleiri fiskidagar.

Løgtingið samtykti í gjár eitt uppskot til samtyktar frá Bárði á Steig Nielsen, Jacobi Vestergaard og Jóhannisi Joensen, um at heita á landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jóhan Christiansen, at geva teimum útróðrarbátum, sum ikki er fult riknir, fleiri fiskidagar.

 

Útróðrarbátar í bólki 5B skulu hava fleiri fiskidagar, sigur løgtingið.

 

20 atkvøður vóru fyri uppskotinum, og tríggjar vóru ímóti.

Umleið hálvan oktober vóru dagarnir uppi hjá bólki 5B. Bátar í hesum bólki eru tí ikki slopnir til fiskiskap í ein mánað:

 

19112025_Bolkur_5B

 

Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, heldur, at tað er eitt vánaligt hugskot at lata bólki 5B fleiri fiskidagar, men hann ætlar at akta løgtingsins vilja:

 

19112025_Johan

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Upp á tá - 130326
205626
Leygardag 14. mars
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri
205623
Leygardag 14. mars
Morgunlestur leygardagur 14.mars 2026
205073
Fríggjadag 13. mars
Valkøn: 13. mars
205606
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604
Fríggjadag 13. mars
Veðrið
205595