Ógreitt hvar nýggju aðalráðini skulu húsast

Ógreitt hvar nýggju aðalráðini skulu húsast
Í løtuni eru níggju aðalráð, men 1. desember vera tey seks í tali
1. desember vera seks aðalráð í landsstýrinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.11.2025 - 14:52

Enn er ikki greitt, hvar nýggju aðalráðini skulu húsast, nú løgmaður hevur gjørt av, at bara seks aðalráð skulu vera og ikki níggju eftir 1. desember. 

John Rajani, løgmansstjóri, sigur í skrivligum boðum til Kringvarpið, at arbeitt verður við eini samlaðari tilgongd, har m.a. staðsetingarnar hjá nýggju aðalráðunum verður viðgjørd 

Løgmansstjórin sigur, at arbeiðið við staðsetingunum er um at vera liðugt, og kunnað verður um hetta í næstum.

 

Eirargarður 2 til næmingabústaðir

Tað var greitt í summar, at Eiragarður 2 skal gerast til næmingaíbúðir, og tí skulu Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið flyta úr bygninginum. 

Í summar var kunngjørt, at Almanna- og Mentamálaraðið skal yvirtaka leigumálið hjá Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum og Tunnilsfelagnum á Bryggjubakka, og Heilsumálaráðið fer hagar, sum Lív var.

Men nú eru hesi ráðini løgd saman, og tí er ivasamt, hvat hendir.

Aðrar samanleggingar eru eisini, sum ávirka staðsetingar. Til dømis leggja Fiskimálaráðið og Vinnumálaráðið saman, og málsøkið samferðsla fer undir Fíggjarmálaráðið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303