Brúkaraumboðið ávarar aftur um Black Friday

Brúkaraumboðið ávarar aftur um Black Friday
Góð ráð eru at kanna, um vøran veruliga er niðursett og, hvussu nógv er at spara, og fólk eiga at kanna prísin í fleiri handlum
 
20.11.2025 - 08:04

Aftur í ár ávarar Brúkararaumboðið fólk móti Black Friday, svarta fríggjadegi.

Góð ráð eru at kanna, um vøran veruliga er niðursett og, hvussu nógv er at spara.

Fólk eiga eisini at kanna prísin í fleiri handlum.

Tey eiga at kanna, um heimasíðan, tey keypa frá, er verulig. Og fólk eiga at spyrja, um møguleiki er at fáa tilgóðarseðil ella peningin aftur, um tey angra keypið.

Góð ráð eru at goyma kvittanina.

 

Eiga at upplýsa undanprísin

Brúkaraumboðið hevur eisini góð ráð til teirra, sum selja.

Tey eiga at upplýsa undanprísin á vøruni, um nakar er.

Undanprísurin er lægsti prísurin, sum vøran hevur kostað tær síðstu fýra-seks vikurnar.

Og tey eiga at upplýsa, at nøgdin er avmarkað, er eftirspurningurin stórur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672