Politiið tekur djóraverndarfólk í størri álvara enn grindafólk

Politiið tekur djóraverndarfólk í størri álvara enn grindafólk
Grindamannafelagið tekur undir við fyrrverandi sýslumanninum, sum í tveimum førum er skuldsettur fyri at bróta lógina um djóravælferð
Grind í Hvannasundi. (Savnsmynd)
 
20.11.2025 - 13:30

Grindamannafelagið finst hvassliga at løgregluni fyri at taka djóraverndaraktivistar í størri álvara enn fólk, sum fáast við grindadráp.

- Hetta málið fer alt ov vítt, sigur formaðurin í felagnum, Ragnar Jacobsen, sum tekur undir við fyrrverandi sýslumanninum, Jens Jensen, sum í tveimum førum er skuldsettur fyri at bróta lógina um djóravælferð.

Talan er um tvey grindadráp í Hvannasundi í fjør. Djóraverndarfelagsskapurin Sea Shepherd hevur í øllum førum meldað annað málið.

Ragnar Jacobsen sigur, at trupulleikin er, at tvær lógir eru í stríð við hvørja aðra,  og tí er málið farið ov vítt.

Grindamannafelagið sigur seg vita um onnur dømi ítøkilig dømi, har grindaformenn verða lagdir undir at bróta djóravælferðarlógina, og har atburðurin hjá ávísum løgreglufólki hevur verið ivasamur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

20112025_Grindamannafelagid


Kringvarpið hevur tosað við Michael Boolsen, fúta.

Hann er upptikin á fundi í Danmark, men er tøkur at gera samrøðu seinni í dag. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655