Fer formliga ikki frá sum stjóri fyrr enn á nýggjárinum

Fer formliga ikki frá sum stjóri fyrr enn á nýggjárinum
Sambært fráfaringaravtaluni fær Niels Juel Arge uppsagnarløn í seks mánaðir umframt tríggjar mánaðarlønir í fráfaringarsamsýning
Niels Juel Arge fór frá sum stjóri á Strandferðsluni 17. november, tá hann var fríttstillaður.
 
24.11.2025 - 11:19

Hóast Niels Juel Arge fór til hús mánadagin í síðstu viku, so fer hann formliga ikki frá sum stjóri á Strandferðsluni fyrr enn á nýggjárinum.

Tað stendur í fráfaringaravtaluni, sum hann hevur gjørt við Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið

Sambært fráfaringaravtaluni fær Niels Juel Arge uppsagnarløn í seks mánaðir, frá 1. januar til 30. juni næsta ár. 

Harumframt fær hann eina fráfaringarsamsýning, sum svarar til tríggjar mánaðarlønir. Her verður víst til setanarsáttmálan, sum Niels Juel Arge fekk, tá hann bleiv stjóri á Strandferðsluni í november 2022.

Niels Juel Arge fór frá sum stjóri á Strandferðsluni 17. november, tað var mánadagin í síðstu viku.

 

Fríttstillaður

Tá bleiv Niels Juel Arge fríttstillaður, og Dánjal Samuelsen var settur sum virkandi stjóri á stovninum. 

Samanumtikið fær hann tí løn í 10 og ein hálvan mánað, eftir at hann fór til hús. Eisini fær hann 15.000 krónur fyri útreiðslur til advokat.

Sambært fráfaringaravtaluni skal Niels Juel Arge tó vera til taks at svara spurningum, millum annað um hekkuportið hjá Galaxy. Ein kanning verður í løtuni gjørd, um fyrisitingarliga viðgerðin hjá Strandferðsluni av fráboðanini um, at hekkuportrið á Galaxy var opið undir sigling, var nøktandi. 

Niels Juel Arge hevur tagnarskyldu um tað, sum hann veit um Strandfaraskip landsins, bæði nú og eftir 30. juni 2026.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040