Nýggja málsøkjabýtið er nú kunngjørt

Nýggja málsøkjabýtið er nú kunngjørt
1. desember vera seks aðalráð í landsstýrinum
1. desember vera seks aðalráð í landsstýrinum, sum samstundis verður umskipað
 
24.11.2025 - 15:47

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur lýst kunngerð um málsøkjabýti í landsstýrinum eftir 1. desember, tá aðalráðini fara úr níggju niður í seks.

Umframt løgmann fara hesi at manna landsstýrið: 

Sirið Stenberg í Tjóðveldi verður landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum, og hon verður eisini varaløgkvinna. 

Ruth Vang í Framsókn heldur fram sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum. 

 

Hesi mannaðu landsstýrið, tá tað var skipað eftir valið í desember 2022. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Margit Stórá í Javnaðarflokkinum verður landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum.

Súsanna Bertholdsen í Javnaðarflokkinum verður landsstýriskvinna í barna- og útbúgvingarmálum, og Eirikur í Jákupsstovu í Tjóðveldi verður landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum. 

Les meira her. 

Jóhan Christiansen, Djóni Nolsøe Joensen og Bjarni Kárason Petersen fara úr landsstýrinum. 

Djóni Nolsøe Joensen og Bjarni Kárason Petersen taka aftur sæti á tingi. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815