Bátar í bólki 5B fáa ikki fleiri fiskidagar í ár

Bátar í bólki 5B fáa ikki fleiri fiskidagar í ár
Jóhan Christiansen, sum bert hevur fáar dagar eftir í landsstýrinum, fer ikki at gera eftir áheitanini frá løgtinginum
Eitt lógaruppskot er í tinginum, um at fiskidagar hjá bæði vinnuligum og ikki vinnuligum útróðrarbátum kunnu flytast til árið eftir. (Savnsmynd)
 
25.11.2025 - 09:01

Lítil útlit eru fyri, at bátar í bólki 5B fáa fleiri fiskidagar tað, sum er eftir av hesum árinum.

Í uppskoti til samtyktar hevur løgtingið heitt á Jóhan Christiansen, landsstýrismann í fiskivinnumálum, um at lata bólki 5B fleiri fiskidagar og at áseta eitt minstamark fyri, hvussu ein fiskidagur hjá bólkinum skal roknast.
 
Men sjálvur heldur landsstýrismaðurin, sum hevur eina viku eftir í Fiskimálaráðnum, ikki, at uppskotið er ein skilagóð loysn.

 

Jóhan Christiansen. 

 

Aðrar ætlanir eru í politisku skipanini.

Í løtuni liggur eitt lógaruppskot í løgtinginum um broyta sjófeingislógina soleiðis, at óbrúktir fiskidagar hjá bólki 5 - og sostatt fiskidagar hjá bæði vinnuligum og ikki vinnuligum útróðrarbátum - kunnu flytast til árið eftir.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

25112025_Fiskidagar

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329