VIDEO: Soleiðis steðgaði Attingré Føroyum

bannari
VIDEO: Soleiðis steðgaði Attingré Føroyum
Armelle Kelly Attingré í málinum hjá Montenegro bjargaði heili 17 av 38 skotroyndum, og tí komu Føroyar ongantíð ordiliga nær sterka mótstøðuliðnum í fyrsta HM-dystinum
Armelle Kelly Attingré hevur verið Føroyum dýr. Í bæði EM-undankappingini og HM-endaspælinum hevur hon verið avgerandi
Mynd: Jure Erzen/kolektiff  
 
27.11.2025 - 10:13

Størsta einstaka grundin til, at Føroyar ongantíð komu heilt nær í fyrsta HM--dystinum ímóti Montenegro í gjár, stóð í málinum hjá mótstøðuliðnum.

Ferð eftir ferð spældu føroyingarnir seg til góðar kjansir, men ferð eftir ferð bjargaði Armelle Kelly Attingré skotunum, sum komu úr øllum ættum. Stóri málverjin tók 17 av teimum 38 skotunum, sum komu, meðan hon var inni. Tað svarar til eitt bjargingarprosent upp á 45.

Á hagtølunum sæst greitt, at Føroyar spældu seg til fleiri sløg av kjansum, men málverjin stóð sum heild stinnur. Av veinginum tók hon seks av 11 skotroyndum - tað eru kanska torførasta skotstøðan eisini - men hon tók eisini fýra av níggju skotum eftir føroyskt gjøgnumbrot, tá kjansirnir ofta eru eitt sindur størri mitt fyri.

Í samandráttinum niðanfyri síggjast fleiri dømir upp á bjargingar av alskyns slag.

 

251126_ATTINGRE_NET

 

 

Annika bjargaði eisini

Armelle Kelly Attingré er 36 ár úr Budocnost, men er nýggj á landsliðnum. Spældi við Fraklandi frá 2010 til 2014. Hon fekk 5. pláss við Fraklandi til EM 2014. Hon hevur spælt við Montenegro síðani í fjør og stóð seg væl til EM 2024.

Hon var kortini ikki einasti málverjin, sum stóð seg væl í dystinum. Annika Fríðheim Petersen, sum ikki hevur spælt í nærum eitt ár vegna barnsburð, fekk kjansin tíðliga í dystinum mikukvøldið, og stóð sera væl.

Hon bjargaði átta av 19 skotum, sum svarr til 42 prosent, og eina løtu helt hon Føroyum inni í dystinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
RagnarRokk 29.januar 2026
201526
Hósdag 29. januar
RagnarRokk: Joel Ekelöf um Reliance
201525
Hósdag 29. januar
Nýtt ljóð
203443
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377