- Tað varð tungt ígjøgnum 60 minuttir

- Tað varð tungt ígjøgnum 60 minuttir
Týska maskinan var tung og væl smurd, og lætta føroyska liðið megnaði ikki at standa ímóti ígjøgnum allan dystin, helt liðskiparin Pernille Brandenborg
02.12.2025 - 21:45

Føroyar máttu lúta við tíggju málum, 36-26, móti Týsklandi í fyrsta umfari av miðumfarinum, sum byrjaði í Westfalenhalle í Dortmund í dag.

Týska liðið var væl smurt, og tað var torført hjá føroyingunum at standa ímóti trýstinum frá heimaliðnum ígjøgnum dystin.

 - Tað var hart og ein stór uppliving. Vit møta einum sera góðum liði í dag, segði Pernille Brandenborg eftir dystin frammanfyri umleið 10.000 áskoðarum.

Føroyar byrjaðu báðar hálvleikirnar væl, men sum leið út, gjørdurst mistøkini fleiri, meðan verjan ikki fekk steðga góða týska álopsspælinum. 

 - Vit spæla okkum til nógvar góðar kjansir í byrjanini við sjey ímóti seks, tá vit fáa flutt tær eitt sindur. Í verjuni fáa vit ikki ordiliga fatur á teimum, sum vit høvdu vilja, segði liðskiparin, sum skeyt fimm mál upp á seks royndir í dag.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096