Gleð eitt barn, sum livir í trongum korum

Gleð eitt barn, sum livir í trongum korum
Nú er enn ein møguleiki at gleða onnur, sum lítið eiga, á jólum. Hesaferð við eini hjartagávu
08.12.2025 - 19:35

Í SMS í Havn er eitt ynskitræ komið upp at standa, har til ber at keypa børnum, sum ikki eiga serliga nógv, eina gávu.

- Tað er møguleiki at taka eitt ynski av trænum og keypa einum barni í fátækraváða eina gávu, sigur Durita Nolsøe, býlingsstjóri í SMS.

Tað er Barnabati, sum hevur tikið ímóti gávuynskjum, og sum kannar, um børnini veruliga eru í fátækraváða.

 

Visit Tórshavn við jólagávukassa

Visit Tórshavn er eisini farið undir átak, har fólk kunnu geva teimum børnum, sum ikki eiga so nógv, eina jólagávu. Tað gongur fyri seg í gongugøtuni í Havn.

Tað er eisini Barnabati, sum tekur sær av at fáa hesar gávurnar út til børn í fátækraváða. 

 

1,3 milliónir savnaðir inn

Fleiri fólk hava longu tikið ynskikort av trænum og ætla at keypa øðrum ein gávu.

Barnabati hevur tilsamans fingið 325 umsóknir inn til "Í menniskjum góður tokki". Í fjør vóru 314 umsóknir.

- 1,3 milliónir krónur eru savnaðar inn í ár, í fjør var talið 1,2 milliónir krónur, sigur Arnfríð Arnfríð Lützen, samskipari/kunningarfólk í Barnabata.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044