Norra og Týskland struku í hálvfinaluna - stórdystir í dag

bannari
Norra og Týskland struku í hálvfinaluna - stórdystir í dag
Norra smurdi Montenegro av, meðan týskarar skúgvaðu Brasil til viks í HM-fjórðingsfinalunum í gjár. Í dag eru stórdystir millum Danmark og Frakland og Niðurlond og Ungarn
Danir fegnast, ungarar harmast. Danmark vann síðsta dystin í miðumfarinum á Ungarn við einum máli
Mynd: Thomas Traasdahl/Ritzau Scanpix  
 
10.12.2025 - 09:04

Norra og Týskland tryggjaðu sær pláss í HM-hálvfinalunum við tryggum sigrum á ávíkavist Montenegro og Brasil í gjár.

Norra hevði ongar trupulleikar av Ungarn frammanfyri nærum 1000 norskum fjepparum, sum skulu hyggja at Bodø/Glimt í Champions League í kvøld og møttu upp í Westfalenhalle í gulum blusum.

 

Henny Reistad gekk á odda hjá norðmonnum, sum vunnu 32-23. Týsku vertirnir vunnu eisini trygt á Brasil frammanfyri góðum 10.000 viðhaldsfólkum. Katharina Filter í týska málinum stóð enn ein góðan dyst, og Týskland tryggjaði sær hálvfinaluplássið við 30-23 sigri. 

 

Stórdystir í dag

Tvær tær síðstu fjórðingsfinalurnar verða spældar í dag, og talan er um tveir spennandi dystir.

Hin fyrri verður ímillum Niðurlond og Ungarn. Niðurlond vann á Fraklandi í síðsta dystinum í miðumfarinum, meðan Ungarn bert tapti við einum máli fyri Danmark.

Seinni hálvfinalan er júst millum Danmark og Frakland, sum hava ligið støðugt millum fimm tey bestu liðini í heiminum í nógv ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928