Forkvinna í Knørri: Stóran týdning fyri felagið

Forkvinna í Knørri: Stóran týdning fyri felagið
Tórshavnar býráð samtykti fyrr í vikuni at lata róðrarfelagnum Knørri 5,5 milliónir krónur í 2026 til nýtt neyst.
 
13.12.2025 - 12:41

Knørrur fær 5,5 milliónir til nýtt neyst

Tórshavnar býráð hevur eisini samtykt at leggja málið aftur fyri býráðið um at játta 5,5 milliónir aftrat í 2027.

Tað hevur sera stóran týdning fyri felagið, sigur Unn Sørinardóttir Perdomo, forkvinna í Knørri.

Róðrarfelagið Knørrur søkti í oktober 2024 um 10,8 mió. krónur til nýtt neyst í Álakeri.

Í umsóknini var víst á, at samlaðu útreiðslurnar til neystið eru stívliga 36 mió. krónur, og at felagið sjálvt hevði eina eginfígging uppá slakar 1,3 milliónir kr.

Ætlanin er, at nýggja róðrarneystið skal standa liðugt innan trý ár.

Hoyr samrøðuna við Unn Sørinardóttir Perdomo, forkvinnu í Knørri, í útvarpstíðindunum:

1782627

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531