Viðgera nýtt uppskot um Suðuroyartunnilin seinnapartin

Viðgera nýtt uppskot um Suðuroyartunnilin seinnapartin
Samlaða verkætlanin er mett at kosta umleið 4,9 milliardir krónur í dagsins prísum. 
Hetta er nýggja linjuføringin í uppskotinum um Suðuroyartunnil, sum tingið viðger í dag.
 
15.12.2025 - 12:07

Lógaruppskotið um Suðuroyartunnilin kemur til 1.viðgerð í løgtinginum seinnapartin. 

Landsstýrið biður um heimild at fyrireika, projektera og bjóða út arbeiðið at gera Suðuroyartunnilin. Sambært lógaruppskotinum kostar tað arbeiðið umleið 70 milliónir krónur

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, at endamálið er at staðfesta politiska semju um at fara undir at fyrireika, prosjektera og bjóða út verkætlanina.

 

70 milliónir dýrari

Samlaða verkætlanin er mett at kosta umleið 4,9 milliardir krónur í dagsins prísum. 

Broytta linjuføringin í Sandoynni dýrkar verkætlanina umleið 70 milliónir, sammett við uppskotið, sum varð sent í almenna hoyring herfyri. Endaliga prísin fyri samlaðu verkætlanina kennir tó eingin, fyrr enn arbeiðið er bjóðað út. 

Eftir 1.viðgerðina í dag verður lógaruppskotið um Suðuroyartunnilin beint í fíggjarnevndina.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162