Avgreiða fíggjarlógina í dag

Avgreiða fíggjarlógina í dag
Hetta er seinasti tingfundur í ár, tí eftir fundin fer løgtingið í jólafrí
Seinasti tingfundur í ár verður í dag, har triðja viðgerð av fíggjarlógini er á skránni.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.12.2025 - 07:59

Løgtingið fer at avgreiða fíggjarlógina fyri 2026 á tingfundinum í dag.

Triðja viðgerð av fíggjarlógini er einasta málið, sum er á dagsskránni fyri tingfundin í dag. 

Løgtingið samtykti fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum týskvøldið við atkvøðunum 16-12.

Fíggjarnevndin broytti uppskotið nakað. 

Broytingaruppskotini hjá meirilutanum í nevndini vóru samtykt. 

16 atkvøður vóru fyri, tær vóru allar úr samgonguni, og 12 úr andstøðuni vóru ímóti.

Tingfundurin í dag er klokkan tíggju.

Hetta er seinasti tingfundur í ár, tí eftir fundin fer løgtingið í jólafrí.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985