Breddin: Fíggjarlógin og haldføri

Breddin: Fíggjarlógin og haldføri
Politiskir viðmerkjarar, politikarar og búskapar- og løgfrøðingar vera í sendingini
Tá Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, legði uppskotið um fíggjarlóg fyri 2026 fram í heyst, var metta hallið 173 milliónir. Nú uppskotið er komið úr fíggjarnevndini, er hallið 263 milliónir.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.12.2025 - 09:19

Í dag er fíggjarlógin fyri 2026 til triðju og endaligu viðgerð í løgtinginum.

Ein fíggjarlóg, sum er komin aftur úr fíggjarnevndini við einum munandi størri undirskoti, enn lagt var upp til, tá landsstýrið legði uppskotið fram síðst í september.

Tá var hallið mett til 173 milliónir krónur. Nú er tað hækkað upp í 263 milliónir krónur.

Samgongan sigur, at kósin verður hildin, og at fíggjarlógin er haldfør í longdini. Men er hon tað - við einum halli upp á 263 milliónir krónur?

Tað kjakast vit um í dag saman við politiskum viðmerkjarum, búskapar- og samfelagsfrøðingum og politikarum, nú fíggjarlógin fyri 2026 skal avgreiðast í dag. 

Breddin klokkan 10. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224