Kreml: Evropa ger ikki møguleikarnar fyri friði betri

Kreml: Evropa ger ikki møguleikarnar fyri friði betri
Russland sigur, at ætlanirnar hjá ES og Ukraina hava onga jaliga ávirkan á friðartingingarnar
Evropa er ikki sinnað yvirhøvur at lata Putin taka ukrainskt landaøki, sum kann geva honum tankar um, at tað ber til at fara víðari aðrastaðni í Evropa.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
22.12.2025 - 09:21

Evropa hevur ikki gjørt møguleikarnar fyri friði betri.

Tað er niðurstøðan í Kreml eftir, at ES og Ukraina hava roynt at ávirka amerikanska uppskotið til eina friðaravtalu millum Russland og Ukraina.

Tað skrivar Reuters-tíðindastovan.

Samráðingar hava verið í Miami í USA um vikuskiftið, og tað var beinanvegin, at russar boðaðu frá, at ætlanirnar hjá ES og Ukraina, hava onga jaliga ávirkan á samráðingarnar.

Tað segði Yuri Ushakov, sum er fremsti ráðgevi í uttanríkisviðurskiftum hjá Vladimir Putin, forseta, eftir at samráðingarnar vóru byrjaðar fríggjadagin.

ES-toppfundur var beint undan vikuskiftinum, har evropisku leiðararnir í roynd og veru høvdu politiskan revolvara undir vanganum. 

 

Álvarsligt skot fyri bógvin

Tað er eingin loyna, at álitið millum USA og Evropa hevur fingið álvarsligt skot fyri bógvin, og evropisku og ukrainsku leiðararnir bera ótta fyri, at Trump kann finna uppá at geva Ukraina upp fyri skutil.

Russiski samráðingarleiðarin, Kirill Dmitriev, kemur aftur til Moskva í morgin, og eftir tað fæst at vita, hvørja kós Russland heldur. 

Í løtuni snýr tað seg um, um Putin er sinnaður til at enda blóðigasta kríggið í Evropa síðani seinna heimsbardaga. 

Evropa er ikki sinnað yvirhøvur at lata Putin taka ukrainskt landaøki, sum kann geva honum tankar um, at tað ber til at fara víðari aðrastaðni í Evropa.

Hinvegin sær Putin kríggið sum vegamótið í sambandinum við Vesturheimin, sum hann sigur eyðmýkti Russland, tá Sovjetsamveldið í 1991 fall. Tí Vesturheimurin læt NATO koma alt ov nær Moskva.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Gudstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375