Nýggj farsóttarlóg á veg

Nýggj farsóttarlóg á veg
Uppskotið er sent til hoyringar. Freistin er 26. januar
Royndirnar frá koronutíðini eru brúktar í nýggju farsóttarlógini.
 
25.12.2025 - 09:36

Uppskot er gjørt um nýggja føroyska farsóttarlóg.

Tað er sent til hoyringar. Freistin er 26. januar.

Málsøkið farsóttir var yvirtikið 1. januar 2024.

Endamálið við uppskotinum um nýggja lóg er at dagføra og styrkja lógargrundarlagið um at fyribyrgja og handfara smittandi sjúkur.

Millum annað vera royndirnar frá koronu og øðrum smittandi sjúkum seinastu árini brúktar.

Lógin skal tryggja greiðar heimildir, ábyrgdarbýti og skipanir um almenn farsóttarfyribyrgjandi átøk.

Hetta skal gerast, so føroyskir myndugleikar eru betur førir fyri at handla skjótt, samanhangandi og trygt, um nýggjar farsóttir ella álvarsligar smittusjúkur raka samfelagið.

Landsstýrið kann ikki siga, hvussu nógv lógin fer at kosta landinum. 

Flestu ásetingarnar í lógini koma ikki í gildi, fyrr enn ein farsótt kemur til Føroya.

Veldst um smittu

Og tá veldst millum annað um smittan er luftborin ella borin umvegis kropsvætu.

Og ávis viðurskifti viðvíkjandi tilbúgving eru longu komin og tí fíggjað.

Til dømis starvast ein lækni parttíð við farsóttarøkinum í Heilsustýrinum.

Og Heilsustýrið umsitur longu nú eina farsóttarskrá. 

Tilbúgvingingarætlanin fyri farsóttir kom í apríl í ár. 

Galdandi farsóttarlóg er frá 2011. Hon var seinast broytt í mai í fjør.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Mánadag 6. juli
HM-tíðindi 06 juli 2026
210564
Mánadag 6. juli
RagnarRokk: Jack Owen um Next to Die
209117
Mánadag 6. juli
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
210546
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522