Samráðast enn um fiskiveiðiavtalu

Samráðast enn um fiskiveiðiavtalu
Samráðingar um fiskiveiðuavtaluna við Russland eru enn í gongd. Tað er triði dagur, at samráðst verður, men enn vil Eirikur í Jákupsstovu ikki úttala seg um samráðingarnar
Ostankino er eitt av russisku skipunum, sum ofta hevur ligið við bryggju í Føroyum.
 
29.12.2025 - 17:52

Einki fæst at vita um fiskiveiðusamráðingarnar við Russland, sum byrjaðu seinasta mánadag, og sum halda fram í dag. Men enn verður samráðst.

Samráðingarnar millum partarnar steðgaðu fyribils tollaksmessudag, og partarnir avtalaðu tá, at hittast aftur í dag.

Samráðst var 22. og 23. desember á talgildum palli.

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum, segði í skrivligum boðum tollaksmessudag, at samráðingarnar gingu væl, og at málið var at fáa eina avtalu í lag.

Landsstýrismaðurin segði, at samráðingarnar hava gingið væl. 

- Tað gongur altíð seinni, tá samráðingar eru á talgildum palli, skrivaði hann eisini.

Seinastu árini hava hesar samráðingarnar tikið 4-5 dagar, og dagurin í dag er triði dagur higartil.

Landsstýrismaðurin skrivar í sms-boðum fyri løtu síðani, at hann ongar viðmerkingar hevur, meðan samráðingar eru. Hann sigur bara at samráðst verður enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672