MEGD um nýskipanir: Brekøkið má takast við upp á ráð

MEGD um nýskipanir: Brekøkið má takast við upp á ráð
Forkvinnan í MEGD heitir á politisku skipanina at eisini halda sínar skyldur
Ása Olsen er forkvinna í MEGD.
Mynd: MEGD  
 
02.01.2026 - 13:37

Forkvinnan í MEGD heitir á politisku skipanina, um at taka brekøkið við upp á ráð, áðrenn nýskipanir verða gjørdar.

Í nýggjársrøðuni vísti Aksel V. Johannesen, løgmaður, millum annað á, at fleiri nýskipanir eru neyðugar.

- Ger tína skyldu og krev síðani tín rætt, segði løgmaður.

Ása Olsen, forkvinna í MEGD, vísir á, at sparingar eru gjørdar á brekøkinum, har politiska skipanin ikki hevur livað upp til sínar skyldur sambært brekrættindasáttmálanum, m.a. við at flyta frítíðarheimið til Sands og á Skálagarð í Klaksvík. Flytingin er partur av størri tillagingum í Almannaverkinum, har 8,8 milliónir krónur skulu sparast.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

02012026_MEGD

 

Les meira her.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985