Maduro fyri rættin í dag

Maduro fyri rættin í dag
Donald Trump, forseti, sigur, at hann kann seta eina atsókn í verk aftrat, um Venesuela ikki samstarvar við USA
Nicolas Maduro, forseti, og kona hansara vóru handtikin á eini hernaðarstøð í Venesuela. Í dag kemur hann fyri rættin.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
05.01.2026 - 08:02

Venesuelski forstin, Nicolas Maduro, skal fyri rættin í USA í dag, eftir at amerikanarar um vikuskiftið tóku hann fanga.

Donald Trump, forseti, segði í gjár, sambært Reuters tíðindastovuni, at hann kundi seta í verk eina atsókn aftrat, um Venesuela ikki samstarvar við USA í royndunum at lata upp landsins oljuvinnu og gevst við rúsevnahandli.

Hann hótti eisini við at fremja harnaðarligar atsóknir móti Kolumbia og Meksiko.

Amerikanski forsetin og herovastin, Dan Caine, greiddu á tíðindafundi í gjár frá gongdini, tá Maduro var tikin.

Forsetin og kona hansara vóru stødd á eini hernaðarstøð, tá tey vóru tikin. Hóast tey royndu at flýggja, eydnaðist hetta ikki. Tey vóru tikin og flogin við tyrlu, fyrst út á eitt herskip, og síðani umvegis Guantanamo á Kuba víðari til New York. 

 

Seinnapartin leygardagin hildu Donald Trump, forseti, og fleiri ráðharrar í stjórnini tíðindafund um álopið á Venesuela. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Trump um Grønland

- Spyr meg aftur um Grønland um 20 dagar.

Tað segði Trump, forseti, millum annað við tíðindafólk, sum vóru við honum í flogfarinum, Air Force One

- Vit hava brúk fyri Grønlandi til strategisk áhugamál, segði hann og legði aftrat, at Danmark hevur fingið sær eina hundasletu aftrat, til tess at økja um trygdina.

- Júst nú eru kinesisk og russisk skip allasataðni í Grønlandi. Okkum tørvar Grønland at verja trygdina. Og Danmark megnar ikki ta uppgávuna, segði Trump, forseti.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609