Andstøðuleiðari ætlar sær aftur til Venesuela

Andstøðuleiðari ætlar sær aftur til Venesuela
Donald Trump, forseti, hevur víst aftur, at Maria Corina Machado kann gerast fyribils leiðari í landinum
Maria Corina Machado fekk friðarheiðursløn Nobels í november. Nú ætlar hon sær heimaftur til Venesuela.
Mynd: Federico Parra/AFP/Ritzau Scanpix  
 
06.01.2026 - 07:56

Andstøðuleiðarin í Venesuela, Maria Corina Machado, sum í desembur fekk friðarheiðursløn Nobels, vil fegin sleppa heimaftur sum skjótast.

Tað segði hon í einari samrøðu við amerikonsku sjónvarpsstøðina, Fox News.

- Eg ætli mær at fara heimaftur skjótast gjørligt, segði Machado í samrøðuni.

Andstøðuleiðarin hevur leingi livað í loyndum, tí stýrið hjá Nicolas Maduro, sum nú er tikin fangi, hótti hana.

Machado fekk friðarheiðurslønina við teirri grundgeving, at hon arbeiðir við at fáa demokratisk rættindi í lag fyri fólkið í Venesuela.

Donald Trump hevur tó víst aftur, at Machado kann gerast fyribils leiðari í Venesuela.

- Hon hevur hvørki stuðulin ella neyðugu virðingina, segði hann á tíðindafundi leygardagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Fríggjadag 30. oktober
Veðrið
215674