Grønland og Danmark vilja hava snarfund við USA

Grønland og Danmark vilja hava snarfund við USA
Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, og Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, vilja sleppa at umrøða hvøssu viðmerkingarnar hjá USA um Grønland
Vivian Motzfeldt er landsstýriskvinna í uttanríkismálum í Grønlandi.
Mynd: Sermitsiaq  
 
07.01.2026 - 08:29

Danska stjórnin og grønlendska landsstýrið hava vent sær til amerikanska uttanríkisráðið um at fáa ein fund við uttanríksráðharran, Marco Rubio.

Biðið er um at hava fundin fyrsta dagin.

Tað skrivar Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, á facebookvanga sínum.

Snarfundur skal vera millum Marco Rubio, Vivan Motzfeldt og danska uttanríkisráðharran, Lars Løkke Rasmussen, við tí endamáli at "umrøða hvøssu viðmerkingarnar hjá USA um Grønland", skrivar grønlendska landsstýriskvinnan.

- Higartil hevur ikki eydnast at hitta amerikanska uttanríkisráðharran, hóast grønlendska landsstýrið og danska stjórnin støðugt hava biðið um fund á uttanríkisráðharrastigi, skrivar Vivian Motzfeldt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666