EM26: Føroyar vunnu javnleik í síðstu løtu í fyrsta dystinum

bannari
EM26: Føroyar vunnu javnleik í síðstu løtu í fyrsta dystinum
Leingi í seinna hálvleiki sá út til, at Føroyar fóru at vinna. Tá avtornaði, so vunnu Føroyar javnleik 28-28 móti krútsterka sveisiska liðnum. Vilhelm Poulsen gjørdist lykilin
Mynd: Kolektiff  
 
16.01.2026 - 21:12

Skriftin hevur staðið sera týðiliga á vegginum leingi: Høgri bakkur, Vilhelm Poulsen, er lykilin til, at Føroyar kunnu koma enn longur upp á hondbóltsstiganum. 

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún skapa nógv pláss fyri høgra bakki, tí mótstøðuliðini velja ofta at dekka okkara stjørnuvong, Háku West av Teigum, væl. 

Ofta hevur Vilhelm Poulsen brent og brent og brent, men í avgerandi løtuni móti Sveis skoraði krútsterki bakkurin. 

 

Sera javnur dystur

Talan var annars um ein sera javnan dyst, ið reið um snarið.

Føroyar vóru tó frammanfyri tað mesta av dystinum, men tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at okkara skaptu eitt ordiligt hol niður til Sveis. 

Seks mál vóru okkara frammanfyri, tá luftin brádliga fór úr føroysku ballónini, ið hótt við at detta niður á Slættaratind. 


Kolektiff

 

Ikki uttan Elias

Einki riggaði, slett ikki hjá Hákun West av Teigum, ið annars altíð er so tryggur. Hann fekk einki mál í dag, og tað er langt síðani seinast, ja, tað er nærmast ein sensatión. 

Hinvegin, so gav óttin hjá mótstøðuliðnum fyri Hákuni Vilhelmi neyðuga plássi til at spæla sín besta landsdyst nakrantíð. 

Men vit gjørdu hetta ikki uttan Elias. Tað mugu vit bara ásanna. Spældi Elias ikki í dag, so endaði dysturin ikki við javnleiki, hóast tað sást á okkara størstu stjørnu, at hann er skaddur. 

 

Besti maður við skaða

Elias plagar ikki at skula brúka nógvar innbjóðingar til at fara í gjøgnumbrot ella skjóta, men í seinna hálvleiki helt hann seg eyðsæð aftur. 

Hóast tað, so bleiv hann toppskjútti við 9 málum, meðan Óli gjørdi 7 og Vilhelm fýra. Harumframt bleiv hann valdur til dagsins leikara. 

Javnleikurin tóktist taptur, tá ein minuttur restaði av dystinum, men enn einaferð vendu Føroyar alt í síðstu sekundunum. 

Takk fyri upplivingina, dreingir. Fyrst vóru tað Alpurnar, ið blivu koppaðar. Næst verður tað Svarfjallaland. 


Kolektiff

 

Føroyar - Sveis 28 - 28 (15-13)

Elias Ellefsen á Skipagøtu 9
Óli Mittún 7
Vilhelm Poulsen 4 
Leivur Mortensen 2
Pauli Mittún 2
Teis Horn Rasmussen 2
Ísak Vedelsbøl 1
Rói Ellefsen á Skipagøtu 1

 

Pauli Jacobsen 8 / 32 25%
Tórður Guttesen 0 / 2 0%
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju
204242
Leygardag 14. februar
TEMAPLÁTAN: 'Blackout', Scorpions, 1982
204218
Leygardag 14. februar
Jambalaja - 140226
204234
Leygardag 14. februar
Upp á tá - 130226
204232
Leygardag 14. februar
Vikugesturin: Tann kensluborni trubadururin
204228
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178