HOYDALAR: Nýggj sjónvarpsrøð gevur føroyskum sangskattum nýtt lív

bannari
HOYDALAR: Nýggj sjónvarpsrøð gevur føroyskum sangskattum nýtt lív
Seks ung tónleikatalentir tulka sangir hjá føroyskum tónleikastjørnum og blása nýtt lív í føroyskan sangskatt í Hoydølum.
Per Zachariassen, sum eigur hugskotið til ‘Hoydalar’, stendur her saman við Jóhonnu Sámalsdóttir, sum er ein av seks spírum. Aftanfyri er Kim Hansen, kapellmeistari, og Jóhannus á Róguv, bassistur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.01.2026 - 12:12

Í næstum fer Kringvarpið at vísa eina heilt serliga og rørandi sjónvarpsrøð, sum samantvinnar okkara blómandi ungdóm og stórar føroyskar tónleikastjørnur. Seks spírar eru útvaldir at blása nýtt lív í føroyska sangskattin og í Hoydalar, sum í áratíggju hevur verið karmur um ungdóm í menning.  

Talan er um fimm partar. Í hvørjari sending vitjar ein kend føroysk tónleikastjørna auluna í Hoydølum. Har hitta tey spírarnar, sum hvør sær tulka og syngja ein sang hjá stjørnuni. Við allari virðing fyri mentanararvinum framføra spírarnir við dirvi og nýhugsan fyri nøkrum av størstu fyrimyndum sínum. 

Í Hoydølum fær tónleikurin rúm at anda, og aulan gerst ein livandi pallur fyri møtið millum ættarlið.  

Hugskotið til sendingina eigur kendi framleiðarin Per Zachariassen, sum millum annað hevur framleitt X-Factor í Danmark. 

Dóttir hansara, nýklækti dokumentaristurin Maria Winther Olsen, hevur lagt sendingina til rættis saman við Finni Koba úr Kringvarpi Føroya. 

Síggj fyrsta brellbitan av sendingini her: 

REY04350_REYP_Hoydalar_2026

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329