Málmyndir: Elias tók ábyrgd við níggju málum

Málmyndir: Elias tók ábyrgd við níggju málum
Elias Ellefsen á Skipagøtu gekk fremstur hjá Føroyum í tepra tapinum fyri Slovenia. Spælskiparin vildi illa lúta og skoraði níggju mál í Unity Arena. Sí øll hansara mál her
21.01.2026 - 00:28

Pauli Jacobsen er liðformaður og Helgi Hildarson Hoydal hevur ábyrgdina av øsandi talunum fyri dyst, men á vøllinum er tað Elias Ellefsen á Skipagøtu sum fyllir liðið við anda.

Spælskiparin úr Hoyvík er størsta stjørnan, og tekur ábyrgd, hvørt tað røkkur ella støkkur hjá Føroyum. Týskvøldið eydnaðist ikki at vinna seg í miðumfarið. Montonegrinar vildu einki ímóti Sveis, og slovenar vóru hvassari og royndari enn føroyingarnir. 

Spælararnir noktaðu kortini at geva upp. Teir treiskaðust allan dystin á tamb, og sjálvt tá skriftin sást týðiliga á vegginum, løgdu teir ikki kongin. Elias Ellefsen á Skipagøtu gekk á odda við níggju málum frammanfyri túsundtals føroyingunum í Unity-leikhøllini.

LES EISINI: Ingi Olsen metir um spælaraavrikini móti Slovenia

 

Millum teir bestu í bólkaspælinum

Hann veit, hvussu høgar vónirnar eru til hansara, og sjálvt um alt ikki eydnast, krógvar hann seg ongantíð. Tað gjørdi hann heldur ikki hesa ferð. Nú bólkaspælið er liðugt, liggur hoyvíkingurin nummar trý á toppskjúttalistanum við 27 málum. Bert Filip Kuzmanovski (28), og Francisco Costa (29) hava skorað fleiri.

 


Verjuspælið hjá slovenum var hart og serliga fyri steðgin varð farið um mark viðhvørt, men Elias Ellefsen á Skipagøtu krógvaði seg ongantíð. (Mynd: Filip Viranovski / kolektiff)

 

Av teimum 27 málunum komu 12 upp á brotskast. Harumframt legði spælskiparin upp til 13 mál. Tað gevur samanlagt 40 mál og upplegg. At hann so eigur eitt systkinabarn í Óla Mittún, sum kom upp á heili 47 sonevnd málstig (23 mál og heili 24 upplegg), ger bara framtíðina uppaftur meir spennandi. 

Sí øll málini hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í innslagnum omanfyri.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058