Føroyski búskapurin er í framgongd, hóast globali ótryggleikin er stórur

Føroyski búskapurin er í framgongd, hóast globali ótryggleikin er stórur
Árliga greiningin hjá Tjóðbankanum av føroyska búskapinum varð almannakunngjørd í dag. Hóast búskapurin ikki veksur so skjótt sum fyrr, veksur hann framvegis.
Arbeiðsloysið er lítið og trýst er framvegis á húsaprísunum, sigur Tjóðbankin í greiningini av føroyska búskapinum.
 
21.01.2026 - 18:24

Í samandráttinum skrivar Tjóðbankin, at føroyski búskapurin framvegis er merktur av nógvum virksemi, og at tað hevur við sær trýst á arbeiðsmarknaðin og at húsaprísirnir framvegis hækka.

- Framgongdin sæst eisini aftur í øktum útlánsvøkstri, har tað serliga eru vinnulánini, sum eru økt nógv. Vøksturin í búskapinum er tó minkaður eftir fleiri ár við stórari framgongd, sum í stóran mun var drivin fram av gongdini í fiski- og alivinnuni, skrivar Tjóðbankin.

Tjóðbankin staðfestir tí, at hákonjunktururin heldur fram, men at vøksturin er lægri nú. Staðfest verður eisini, at bankarnir hava klárað seg væl seinastu árini, og at teir tí eru væl fyri.

Útflutningurin er viðkvæmur fyri altjóða viðurskiftum og tað eru útlit til lækkandi kvotur.

Tað skapar ein stóran ótryggleika fyri ein lítlan, opnan og lutfalsliga einstreingjaðan búskap sum tann føroyska. Tí eigur búskaparpolitikkurin at fokusera uppá at styrkja búskapin, sigur Tjóðbankin, sum mælir til fíggjarpolitiska planlegging fyri at økja reystleikan í føroyska búskapinum.

Víst verður á, at fíggjarpolitikkurin setur meira ferð á búskapin í eini tíð, tá full ferð er á frammanunda. Eitt sterkt fíggjarpolitiskt regluverk fyri allan tann almenna búskapin hevði kuna stuðla undir eina skynsama stýring av útreiðslunum.

Les alla greiningina hjá danska Tjóðbankanum her.

Trýst á pílin fyri at hoyra innslagið, sum varð í tíðindunum klokkan 18.

1789788

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329