Seldi uttan at bjóða út

Seldi uttan at bjóða út
Sands kommuna seldi í 2023 kommunala ogn uttan at bjóða hana út alment
Heima á Sandi.
 
22.01.2026 - 07:40


Sands kommuna seldi í 2023 kommunala ogn uttan at bjóða hana út alment.

Og tað er ikki í lagi, sigur Kommunala eftirlitið.

Kommunustýrið á Sandi keypti jørð frá Búnaðarstovuni og seldi síðani meginpartin aftur til festara.

Jørðin var ikki boðin út alment soleiðis sum ásett er í kommunustýrislógini og kunngerð um alment útboð av kommunalari fastogn. 

Harumframt sigur Kommunala eftirlitið, at borgarstjórin gjørdi ikki sum bygdarráðið samtykti.

Tí bygdarráðið samtykti eisini at keypa jørð til vegargerð.

Borgarstjórin keypti bara 1.695 fermetrar, sum skuldu seljast festaranum, hóast bygdarráðið samtykti at keypa 2.194 fermetrar, tí 499 fermetrar skuldu brúkast til veg.

Kommunufulltrú

Borgarstjórin helt tí ikki kommunufulltrúina, sigur Kommunala eftirlitið.

Kommunstýrislimir á Sandi boðaðu Kommunala eftirlitinum frá 30. apríl í fjør.

Teir halda, at borgarstjórin hevur álagt kommununi fíggjarligt tap við ikki at selja fyri marknaðarprís. 

Borgarstjórin sigur, at Sands kommuna hevur hjálpt festaranum sum millumlið, tí Búnaðarstovan selur ikki  privatum jørð.

Kommunala eftirlitið ger ikki meira við málið.

Men tað heitir á Sands kommunu um at halda kommunustýrislógina og grundreglurnar um kommunufulltrú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786