
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Hondbóltsspælarin Jana Mittún var besta føroyska ítróttafólkið í fjør.
Landsliðsspælarin var kosin Ítróttanavnið 2025 á Ítróttafagnaðinum hjá ÍSF frammanfyri manslandsliðið í fótbólti og rógvaran Vár Guriardóttir Hansen.
Jana Mittún gjørdi av álvara vart við seg farna árið. Í felagið sínum Viborg HK hevur hon spælt seg til alsamt størri leiklut á liðnum, sum liggur beint undir teimum allarbestu í Danmark og framvegis er við í European League, har Jana Mittún hevur spælt sera væl.
2025 var eisini árið, har Jana Mittún tók ábyrgd sum undangongukvinnan á hondbóltslandsliðnum. Tað sást serliga væl til HM-endaspælið í vetur, tá Føroyar spældu seg í miðumfarið og endaðu nummar 17 av 32 londum.
Har skeyt Jana Mittún 32 mál og legði upp til onnur 29. Hon skeyt avgerandi mál í sigrinum á Spania og í javnleikinum ímóti Serbia, tá hon veruliga skaraði framúr við stórspæli.
Jana Mittún var besti føroyski spælarin, tá Føroyar rukku í miðumfarið í HM-endaspælinum. Hon skaraði veruliga framúr í javnleikinum ímóti Serbia, har hon eisini javnaði við brotskasti í evstu løtu.
LES EISINI: Her har og allastaðni ímóti Serbia
Framtíðin er bjørt
Jana Mittún hevur ikki bert fangað eyguni hjá føroyingum. Hennara spæl á landsliðnum og í Viborg í helst heimsins bestu hondbóltsdeildin fyri kvinnur hevur gjørt, at áhugin frá øðrum feløgum hevur verið stórur.
Hoyvíkingurin hevur kortini valt at skriva undir nýggjan sáttmála við jútlendska felagið, sum sær út til at leggja nógv fyri í royndini at kappast við Esbjerg, Odense og hini, sum kanska liggja eitt stig omanfyri tær grønu.
Roknast kann tí við, at Jana Mittún verður millum lyklaspælararnar hjá Viborg í tí royndini. Á føroyska landsliðnum er tað sama galdandi. Framgongdin er stór, og liðfelagarnir Pernille Brandenborg og Súna Krossteig Hansen hava skrivað undir við stór feløg á evropeiska meginlandinum.
Landsliðið er tí væl rustað til lykladystir ímóti Portugal í næstum í royndini at spæla seg til sítt annað EM-endaspæl.
Fótbóltslandsliðið og Vár framúr ár
Manslandsliðið í fótbólti og rógvarin Vár G. Hansen máttu taka til takkar við at vera í uppskoti hesa ferð. Tað hava tey so ruddliga uppiborið eitt ár, har kappingin var stór.
Fótbóltsmenninir fingu 12 stig í sínum HM-undankappingarbólki – hægsta stigatal í eini undankapping, síðan Føroyar fóru upp í altjóða kapping. Bæði verju- og álopsspæl vóru framúr, og fleiri evropeisk lond venda eyguni ímóti Føroyum fyri at fáa íblástur.
Ikki minst heimadystirnir ímóti Montenegro og Kekkia í oktober skaptu fótbóltseufori. Føroyar vunnu 4-0 á Montenegro og 2-1 á krútsterka landsliðnum í somu viku, og hetta var helst hægsti tindur hjá manslandsliðnum í altjóða høpi.
Vár G. Hansen hevur í ár gingið á odda í inniróðri síðstu árini - ikki minst í 2025.
Hon hevur róð í sjey altjóða, norðurlendskum og lokalum innandurakappingum og kappast í ellivu ymiskum róðrum. Úrslitini tala fyri seg: átta gull, ein silvur, eitt 4. pláss, og eitt 7. pláss.
Hon setti tvey heimsmet á rógvimaskinuni og vann tvey HM-heiti. Hon vann silvur í VERSA Challenge, ið er heimsins mest avbjóðandi inniróðurskapping, og fýra gull í bretsku meistarakappingini.