Í myndum: Hoydalar - handan leiktjaldið

Øll, ið hava fingist við bæði films- og sjónvarpsframleiðslu, vita, at er tað nakað, sum tað er nokk av undir framleiðsluni, so er tað bíðitíð. Her stytta spírarnir sær stundirnar millum upptøkurnar eitt góðveðurs kvøld ein seinsummardag, tá upptøkurnar blivu gjørdar. 

Anna Lovisa, ið við sínum 20 árum er tann elsti spírin, brúkar eina fríløtu til at ringja heim og fortelja, hvussu tað gongur. Álagt er tó spríunum at siga sum minst undir upptøkunum, tí alt skal vera loyniligt. 

Spegil, spegil á vegginum her! Jóhanna í holt við antin at fínpussa síni moves ella at strekkja út - ella okkurt heilt triðja. 

Felagsskapurin millum spírarnar er óalmindiliga góður. Tey blivu skjótt vinfólk og stuðla hvørjum øðrum fyrimyndarliga væl. 

Eitt síðsta pift, so er Anna Lovisa klár. Hoydalar er fyrstu og fremst ein sjónvarpssending, so tað hevur nógv at siga at síggja gott út á skerminum.

Kvøldini byrja at blíva myrk og long, meðan upptøkurnar til Hoydalar blíva gjørdar, so tað ræður um at duga eina góða søgu ella tvær at fortelja millum royndirnar og upptøkurnar, og tað dugir Sophilia. 

Hin grábeinti býr í smálutunum. Meðan Jóhanna fínpussar tað seinasta á pallinum, og Finnur Koba frá KVF lýður á, so rættar Maria Winter Olsen, framleiðari, síðstu smálutirnar í skránni. 

Einki kemur av ongum. Nógv hava róst Hoydalar fyri, hvussu flott sendingin er. Lagt er eisini nógv í, at alt skal síggja so gott út sum gjørligt. Her er Elin Dagbjartsdóttir Neshamar í holt við at henta blómurnar uttan fyri í Hoydølum til pallsetingina innanfyri. 

Tað spírar bæði innanfyri og uttanfyri í Hoydølum, meðan upptøkurnar til Hoydalar blíva gjørdar. 

Spírarnir verða sminkað og latin í av yrkisfólkum, men tað ber eisini til at gera eitt sindur sjálv, sum Jóhanna staðfestir, meðan Bjarki letur alt sovorðið upp í hendurnar á fakfólkunum.  

Tað skal nógv putur til, fyri at mótvirka bjarta ljósinum og nógva hitan frá lampunum. Puturdrotning Kringvarpsins, Karen Kristianna, hevur úr at gera. 

Og eingin sleppur undan. 

Fotografarnir Hans Petur Hansen og Jónfinn Stenberg, ið eisini er ein av samskiparunum av Hoydølum, hava eisini tørv á svala sær á uttanfyri burtur frá heitum lampunum innanfyri. 

Kapellmestari og meistarin í kastiljósinum. Kim Hansen hevur sín trúgva síðumann, Jóhannus á Rógvu Joensen, við sær á bassinum í Hoydølum.  

At buka á trummurnar í Hoydølum hava Kim Hansen og Jóhannus á Rógvu Jonsen Vár Miðberg, og hennara avrik fáa nógv rósandi orð, og tað skilja vit væl. 

Tað skulu nógvar royndir og gjøgnumgongdir til í Hoydølum, áðrenn framførsla og upptøka sita sum tær skulu. 

"Svinga soleiðis her!" Finnur Koba frá Kringvarpinum, ið er gamal í garði á føroyska tónleikapallinum, er hollur í ráðum, tá koregrafiin skal fáast at sita.

Ja!!! Um Finnur Koba ikki hjálpir til við koregrafiini, so er hann eggjarnarkór hjá spírunum. 

Jónfinn Stenberg, samskipari og fotografur, stillar skarpt. Og skørp er Hoydalar. 

Nógv fólk eiga ein lut í føðingini av Hoydølum, og tí vóru nógv framvið og forvitnaðust, meðan upptøkurnar blivu gjørdar. Her er Leitisstein komin framvið, fyri at síggja, hvussu sendirøðin endaliga kom at síggja út.

Jógvan Olsen var við, tá Sjónvarpsfelagið byrjaði at framleiða og senda sjónvarp í Havn í sjeytiárunum, og hann var eisini við, tá almenna Sjónvarp Føroya tók við í 1984. Og hann er eisini við, tá Hoydalar verður upptikið. 

Emma, ið altíð riggar óalmindiliga væl frammanfyri einari linsu, er í fokus. 

Men tað er eisini troyttandi allatíðina at skula vera á frammanfyri snurrandi sjónvarpstólunum, og tá er gott eisini bara at kunna flóta í einari sofu millum upptøkurnar. 

Bjarki er um at vera klárur til eina av sínum fimm framførslum. 

Filip kann altso ikki ger við, at hann hevur sjarmu, og tað kann Emma heldur ikki. Umframt framførslurnar, so vóru eisini samrøður gjørdar við spírarnar millum upptøkurnar á pallinum. 

"Koyr okkurt í mína hosu, góði jólamaðurin" verður sungið í einum jólasangi, men spírarnir kundu eins væl sungið: "Koyr okkurt í mítt oyra, góði ljóðmaðurin". Tónleikur snýr seg um at hoyra og lurta, og tí er umráðandi, at spírarnir hoyra væl. 

Tillagingar blivu gjørdar til tað síðsta í tulkingunum av mongum sangunum. Jóhanna, ið gongur á Musikkskúlamiðnámi, hevur greiðar meiningar um, hvussu hon vil hava sangirnar at ljóða. 

Maria Winther Olsen og Per Zachariassen eru høvuðsfólkini handan Hoydalar halda eitt vakið eyga við framleiðsluni. 

Jakob Jørgensen við einum av seks sjónvarpstólum, ið snurraðu samstundis, fyri at fanga framførslurnar í Hoydølum. Allar framførslurnar blivu upptiknar tvær ferðir, fyri at fáa fleiri vinklar, so tað samanlagt vóru 10 vinklar av hvørjari framførslu. 

Hin altíð væl fyrireikaði og nærverandi Bjarki venur við bólkinum á pallinum. Hóast sín unga aldur, so er Bjarki longu durkdrivin á einum palli. 

Anna Lovisa ger seg til reiðar at syngja "Gestur" hjá Martini Joensen saman við krútsterka Hoydalar-bólkinum. Sangurin, ið var rættiliga ókendur áðrenn Hoydalar, hevur fingið eitt upplop á stroyming tænastum. 

Tað er einki at vera nervøs yvir, royna tey, ið standa fyri upptøkunum, at sannføra spírarnar um. Ja, so rímiligt. Hendan myndin sigur ikki so lítið um stóra dirvið hjá ungu spírunum. 

Tosa um at vera í góðum hondum. Bæði spírarnir og gittari er í sera góðum hondum hjá Paula Reinert Poulsen, ið spælir so væl gittar, at tað ljóðar sum einglarnir syngja. 

Eitt er at duga væl at spæla trummur, men nakað annað er eisini at síggja bad ass út. Vár Miðberg dugir bæði væl. 

Uttan gott ljóð, so dugir tónleikastjørnan ikki. Dánjal Tavsen er ein av fleiri ljóðmonnum, ið vóru til arbeiðis í sambandi við Hoydalar. Hinir vóru Alvin Ellebye, Høgni Fagraberg og Dávur Samuelsen. 

Klapp! Eyðun Müller Thomsen, upptøkuleiðari, við klapptrænum.

Er kopiera