Vikugesturin: Øll hava rætt til verju

Vikugesturin: Øll hava rætt til verju
Jógvan Páll Lassen hevur verið advokatur í samfull 50 ár og gleðist nú um at arbeiða í rættinum sum verjuadvokatur, ið skal verja tey, sum eru komin skeivt fyri
Jógvan Páll Lassen uttan fyri Føroya rætt, har hann framvegis hevur sína dagligu gongd
 
21.02.2026 - 13:02

  - Eg havi tilvitað valt, at eg skal kunna verja øll. Sama hvat tey hava gjørt.

Jógvan Páll Lassen, advokatur, tekur ikki dagar ímillum, um okkurt er verri enn okkurt annað, tá ið hann sum verjuadvokatur skal fáa tað frægasta burturúr fyri onkran, sum situr á ákærubeinkinum. Og tað er líka mikið, um tað er onkur, sum hevur smuglað rúsevni, framt harðskap ella gjørt seg inn á børn. 

Jógvan Páll Lassen, verjuadvokatur, hevur virkað sum advokatur í 50 ár, seinastu seks árini sum tilnevndur advokatur. Tað vil siga, at hann við stuttum skotbrái verður tilkallaður at verja fólk, sum eru komin skeivt fyri í rættarskipanini. 

- Mær dámar øgiliga væl at vera verjuadvokatur. Tá ein persónur verður tikin, og tað kann væl vera, at hann hevur gjørt okkurt keðiligt, so stendur hann yvir fyri einum stórum apparati. Hann stendur yvir fyri statinum, sum hevur óavmarkaðar møguleikar. Hesin persónurin stendur púra einsamallur og hevur einki. Tað gevur mær sum verjuadvokatur stóra gleði at kunna vegleiða teimum fólkunum.

Jógvan Páll Lassen er uppvaksin í Klaksvík í einum kristnum heimi, og tað hevur hann tikið við sær alt lívið. 16 ára gamal breyt hann sosiala arvin og fór til Danmarkar á kostskúla, og seinni gjørdist hann advokatur. 16. februar 1976 byrjaði hann sum advokatur í Advokatfelagnum, og har var hann til fyri nøkrum árum síðan, tá ið hann gjørdist sjálvstøðugur verjuadvokatur. 

Jógvan Páll Lassen kom einaferð inn at sita í fongsli, í sambandi við nógv umrøddu skipagøluna í kjalarvørrinum á 80-árunum, og nógv bleiv tosað um ein ávísan SMS-posa við avgerandi skjølum, sum hvarv. Tað tosar Jógvan Páll millum annað um í hesi samrøðuni, har vit eisini kom inn á so mangt annað, sum litar hansara lív, eitt Havnar Bóltfelag, hummaraloyvi og hagapartar. Vinir lýsa hann sum hjálpsaman og gestablíðan, men eisini snarsintan.

Hoyr alla samrøðuna við Jógvan Páll Lassen.

1796646

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Leygardag 18. apríl
Morgunlestur leygardagur 18.apríl 2026
207025
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190