Hvat bleiv av styttu arbeiðsvikuni, spyr Fakfelagssamstarvið

Hvat bleiv av styttu arbeiðsvikuni, spyr Fakfelagssamstarvið
Feløgini vísa á, at undan seinasta løgtingsvali var størsta vallyfti til føroyska arbeiðstakaran, at arbeiðsvikan skal styttast við lóg
 
24.02.2026 - 18:31

- Hetta var alneyðugt fyri at betra umstøðurnar hjá føroyska arbeiðstakaranum, sigur Fakfelagssamstarvið í skrivi til løgtingslimir í kvøld.

Feløgini vísa á, at politikkarar fyri bæði Javnaðarflokkin og Tjóðveldi førdu fram, at stytta arbeiðsvikan fór at geva ágóða fyri alt samfelagið. Ført var eisini fram, at størsti trupulleikin fyri allar borgarar, bæði børn, ung og eldri, var strongd og, at øll høvdu alt ov nógv at gera. Tí var neyðugt at stytta arbeiðsvikuna, so fólk kundu fáa arbeiðslív og familjulív at hanga saman og harvið betra um trivnaðin í øllum samfelagnum. Og vallyftið varð skrivað í samgonguskjalið.

Fakfelagssamstarvið staðfestir, at sitandi samgonga ikki hevur arbeitt fyri størsta lyftinum, sum var givið arbeiðstakarunum. Eisini mugu vit staðfesta, at sitandi løgmaður, Aksel Johannesen, alment hevur boðað frá, at tað ikki er meiriluti í samgonguni fyri at stytta arbeiðsvikuna við lóg. Fakfelagssamstarvið spyr løgtingslimir, hvat bleiv av meirilutanum?

- Hava samgongulimir ikki eina skyldu at fylgja avtalunum, sum eru skrivaðar í samgonguskjalið? Hvussu kann sitandi samgonga leypa frá sínum sítt lyfti um at stytta arbeiðsvikuna við lóg, spyr Fakfelagssamstarvið at enda í skrivinum, sum er undirskrivað av 6 av 7 feløgum í samtakinum:

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Heilsuhjálparafelag Føroya, Akademikarafelag Føroya, Føroya Pedagogfelag, Føroya Lærarafelag. 

Starvsfelagið hevur ikki skrivað undir. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa viðmerking frá formanninum í Starvsfelagnum, sum er við í Fakfelagssstarvinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688