Troels Lund ætlar vera forsætisráðharri - Vinstri hevur afturgongd

Troels Lund ætlar vera forsætisráðharri - Vinstri hevur afturgongd
Fyrsta veljarakanningin, síðani fólkatingsvalið var skrivað út í gjár, vísir, at flokkarnir á reyða veingi fáa 87 tingsessir og teir borgarligu 73
Troels Lund Poulsen, formaður í Vinstraflokkinum, hevur boðað frá, at hann er forsætisráðharraevni hjá borgarliga veinginum í fólkatinginum.
Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix  
 
27.02.2026 - 09:02

Valstríðið upp undir fólkatingsvalið byrjaði illa hjá Vinstraflokkinum og formanni floksins, Troels Lund Poulsen, sum hevur boðað frá, at hann er forsætisráðharraevni hjá borgarliga veinginum í fólkatinginum.

Tað vísir nýggj veljarakanning, sum Epinion gjørdi fyri danska kringvarpið  í gjár, eftir at Mette Frederiksen skrivaði út fólkatingsval at vera 24 mars.

Vinstriflokkurin gongur eitt prosentstig aftur samanborið við seinastu veljarakanning í januar. Flokkurin fær nú 8,9 prosent av atkvøðunum.

Tað svarar til 16 tingsessir.

 

Liberal Alliance størst

Av borgarligu flokkunum er Liberal Alliance størstur. Hann fær 10,2 prosent av atkvøðunum, sum er 2,3 prosentstig meira enn á fólkatingsvalinum í 2022.

Sambært nýggju veljarakanningini fáa flokkarnir á reyða veingi - teir eru Sosialdemokratarnir, SF, Alternativi flokkurin, Eindarlistin og Radikali Vinstraflokkurin - 87 sessir í fólkatinginum. 

Borgarligu flokkarnir fáa tilsamans 73 sessir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666