Vikugesturin: Stóra talentið og X-faktorurin handan myndatólini

Vikugesturin: Stóra talentið og X-faktorurin handan myndatólini
Per Zachariassen, sum hevur skapt, ment og stjórnað sendingini Hoydalar, er okkara vikugestur
Hann trívist best aftan fyri myndatólini
Mynd: Bjarni Á. Rubeksen  
 
28.02.2026 - 13:40

- Hendan sendingin er millum topp 10 av teimum, sum eg havi gjørt. Eg eri ótrúliga errin av henni, serliga tí hon er so væl móttikin.

X-factor, Talent og Eurovision fyri at nevna nakrar úr rúgvuni. Tað eru ikki hissini sendingar, sum hann hevur skapt uttanlands. Nú er hann aktuellur í Føroyum við sendingini Hoydalar, sum hann hevur skapt saman við dóttrini Mariu Winther Olsen.

- Sendingin byggir brýr millum ættarliðini, og hon byggir eisni brýr millum meg og dóttir mina, sigur Per Zachariassen.

Per Zachariassen hevur skapt sær eitt navn uttanlands, sum ger, at hann verður biðin, tá ið stór tiltøk skulu stáplast upp á beinini. Heilt tíðliga fekk hann áhuga fyri livandi myndum og at skapa, og tað gevur hann millum annað sínum baklandi heima í Hoyvík heiðurin fyri.

-  Eg komi frá einum heimi, sum er ótrúliga trygt og fult av kærleika. Foreldrini hava verið heilt fantastisk, hava altíð stuðlað okkum og hava altíð havt álit á okkum, og tað hevur gjørt, at eg havi altíð torað at tikið av teimum møguleikum, sum eg havi fingið.

Hann hevur arbeitt og búð í Danmark og Los Angeles, og nú búleikast hann í Portugal, haðani hann arbeiðir heimanífrá, men tá boð eru eftir honum, er hann skjótur avstað, og í næstu viku skal hann til Kina at skipa fyri einum stórum tiltaki. 

Tróndur Djurhuus, sum var í sjónvarpinum, tá ið Per Zachariassen byrjaði har sum blaðungur, minnist hann sum ein óvanliga dugnligan ungan mann, sum tíðliga vísti sini talent og tók ábyrd. Kona Per, Tina Ryum Zachariassen, lýsir hann sum ógvuliga eyðmjúkan, eldhugaðan og nærverandi. Eginleikar, sum hann brúkar, tá ið hann stýrir stórum framleiðslum.

Útlongsulin hevur altíð verið har, men seinastu árini er hann eisini farin at leingjast meira heim.

Hoyr alla samrøðuna við Per Zachariassen, sum var Vikugestur.

1798050

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763