Havbúnaðarfelagið góðtekur ikki at tøma heil alibrúk

Havbúnaðarfelagið góðtekur ikki at tøma heil alibrúk
Kravið um, at frískur fiskur skal takast ella burturbeinast, har ILA-sjúka er staðfest, er alt ov víðgongt og óproportionel áseting, sigur felagið
Havbúnaðarfelagið góðtekur ikki, at heil alibrúk kunnu verða tømd, hóast fiskurin ikki er staðfestur at vera sjúkur. (Savnsmynd)
 
03.03.2026 - 08:28

Havbúnaðarfelagið góðtekur ikki, at heil alibrúk kunnu verða tømd, hóast fiskurin ikki er staðfestur at vera sjúkur.

Felagið fegnast tó um, at tíðin, sum alibrúk, har laksasjúkan ILA er staðfest, skulu liggja still, skal fara niður í helvt.

Hon skal fara úr seks mánaðum niður í tríggjar mánaðir.

Men Havbúnaðarfelagið heldur ikki, at tað er rætt at tøma heil alibrúk, hóast ILA ikki er staðfest í øllum ringunum.

 

Ov víðgongt krav

Kravið um, at frískur fiskur skal takast ella burturbeinast, er alt ov víðgongt og óproportionel áseting, sigur felagið.

Tað sigur seg oftari enn eina ferð hava víst á hetta.

Og tað ger Havbúnaðarfelagið nú aftur í hoyringarskrivi um at stytta brakkleggingartíðina.

Havbúnaðarfelagið minnir á, at landsdjóralæknin áður hevur givið vinnuni lyfti um at hava fund um hetta mál.  Fundarinnbjóðingini er tó ikki komin enn. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327