Framvegis nógvur fiskur og góður prísur

Framvegis nógvur fiskur og góður prísur
Vit eru mitt í norðhavstíðini, og hóast tað hevur viðrað illa, hevur hilnast væl hjá nógvum bátum, tá teir hava verið úti
Hjá teimum, sum rógva út á Norðhavinum, hevur bara hilnast væl, hóast tað hevur viðrað illa. (Savnsmynd)
 
10.03.2026 - 13:31

Væl av fiski kemur upp á land, og prísurin hækkar framvegis.

Seinastu tvey árini hevur botnfiskiskapurin samanumtikið verið javnt góður, og øll lið í fiskivinnuni kunnu frøa seg um, at prísurin alt tíðarskeiðið hevur havt kós beint uppeftir.

 


Høgni Hansen.

 

Nú eru vit mitt í norðhavstíðini, og hóast tað hevur viðrað illa, hevur hilnast væl hjá nógvum bátum, tá teir hava verið úti.

Næstan allur norðhavsfiskurin fer um Fiskamarknað Føroya, og stjórin, Høgni Hansen, kann bara staðfesta, at prísurin framvegis kvinkar uppeftir:

 

10032026_Hogni_1


Miðalprísurin talar fyri seg, tí hann er í ávísum førum nærum tvífaldaður síðan 2023:

 

10032026_Hogni_2

 

Á Fiskamarknaðinum vænta tey ikki nógvan norðhavsfisk hesa vikuna, tí veðurvánirnar eru vánaligar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744